|
|||||||||||
YVIRLÝSING Á limafundi hjá Giktafelag Føroya 23.11.2011 umrøddu fundarluttakararnir støðuna, sum er íkomin á giktaøkinum. Semja var um at heita á myndugleikarnar um at fáa viðurskiftini í rættlag. Víst verður til samgonguskjalið, har skrivað stendur, at ”bíðilistarnir til serviðgerð skulu minka.” Verandi giktalækni hevur megnað at stytt bíðitíðina til giktaviðgerð frá einum ári til 2 mánaðir. Hann er dugnaligur og væl lýddur, og tað er ynskiligt og rímiligt, at hann heldur fram í starvinum. Vit krevja, at giktalæknin fær arbeiðisró og sømilig kor at virka undir bæði viðvíkjandi sáttmála og arbeiðisviðurskiftum yvirhøvur. aftur |
|
||||||||||
| Giktafelagið Føroyar - Íslandsvegur 10C - 100 Tórshavn - tel. 310237 | |||||||||||