© tlf. 666 600
Tilmæli um íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og
endurvenjing í Eysturoy
Tikið stig til tilmælið: Lions Club Eysturoy saman við Heilafelagnum og Giktafelag Føroya
Tilmæli um íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing í Eysturoy
___________________________________________________________________________
Síða 2 av 22
INNIHALDSYVIRLIT
1 NIÐURSTØÐA............................................................................................................................................ 3
2 FORMÆLI.................................................................................................................................................. 5
3 INNGANGUR ............................................................................................................................................. 7
3.1 A
RBEIÐSSETNINGUR............................................................................................................................. 7
4 MÁLBÓLKUR............................................................................................................................................ 9
4.1 V
4.1.1 F
4.1.2 V
4.1.3 E
ENJINGARTILBOÐ Í MUN TIL MÁLBÓLK ............................................................................................... 9YRIBYRGJANDI VENJING.................................................................................................................... 10IÐLÍKAHALDSVENJING..................................................................................................................... 10NDURVENJING.................................................................................................................................. 10
5 ARBEIÐSHÁTTUR.................................................................................................................................. 12
5.1 V
5.2 S
5.3 D
5.4 K
ERKÆTLANARBÓLKUR..................................................................................................................... 12AMRØÐUR ........................................................................................................................................ 12ÁTATILFAR ...................................................................................................................................... 12ARMAR ............................................................................................................................................ 13
6 FÓLKAGRUNDARLAG......................................................................................................................... 14
6.1.1 F
6.1.2 V
YRIBYRGJANDI VENJING.................................................................................................................... 14IÐLÍKAHALDS- OG ENDURVENJING ................................................................................................... 14
7 ÚRSLIT AV KANNING........................................................................................................................... 14
7.1 S
7.2 A
7.3 V
7.4 F
TARVSFÓLK...................................................................................................................................... 14VVARANDI....................................................................................................................................... 14ENJINGARAMBOÐ............................................................................................................................. 14LUTNINGUR ...................................................................................................................................... 14
8 UPPSKOT TIL SKIPAN.......................................................................................................................... 14
8.1 S
8.2 V
8.2.1 S
8.2.2 G
8.2.3 V
8.2.4 F
8.2.5 V
8.2.6 M
TARVSFÓLK...................................................................................................................................... 14ENJINGARHØLIR............................................................................................................................... 14TÓRI SALUR...................................................................................................................................... 14AMLA FYSIOTERAPIIN, ERGOTERAPIIN OG SVIMJIHYLURIN .............................................................. 14ENJINGARAMBOÐ............................................................................................................................. 14LUTNINGUR ...................................................................................................................................... 14ENJINGARTILBOÐIÐ .......................................................................................................................... 14ATTILBOÐ Á EYSTUROYAR RØKTAR- OG ELLISHEIMI ...................................................................... 14
9 BÚSKAPARLIG GREINING................................................................................................................... 14
10 KELDULISTI............................................................................................................................................ 14
Tilmæli um íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing í Eysturoy
___________________________________________________________________________
Síða 3 av 22
1 Niðurstøða
Hetta tilmælið viðger íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing í
Eysturoy. Umframt at hava tilboð til fólk, ið ynskja fyribyrgjandi venjingar, verður dentur
lagdur á viðlíkahalds- og endurvenjingartilboð til sjúklingar, ið eru raktir av m.a. apopleksi,
morbus bechtrew, parkinson, sclerose og gikt. Tilboðið fevnir um persónar yvir 18 ár.
Tilmælið er skrivað av Virkisráðgeving eftir umbøn frá Lions Club Eysturoy saman við
Heilafelagnum og Giktafelagnum.
Tilmælt verður at tilboðið skal umsitast, samskipast og útbjóðast av Eysturoyar Røktar- og
Ellisheimi í Runavík. Tilboðið skal skipast sum ein 3 ára royndarverkætlan. Játtanin til
royndarverkætlanina verður latin til Eysturoyar Røktar- og Ellisheim at umsita, men áteknað
beinleiðis til verkætlanina.
Øll venjingartilboðini, sum málbólkurin umfatar, vera á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi.
Trý starvsfólk verða sett til at røkja tilboðið um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing,
ein fysioterapetur, ein ergoterapeutur og eitt hjálparfólk við heilsufakligari bakgrund. Hesi
starvsfólk koma at arbeiða beinleiðis undir leiðslu av Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi.
Venjingartilboðið skal samskipast av omanfyrinevndu starvsfólkum, og um tørvur er á tí, í
samstarvi við terapeutarnar á ellisheiminum.
Talið á venjingaramboðum á ellisheiminum, er nøktandi til at byrja venjingarnar, men tá
hugsað verður um, at samlaða talið á brúkarum verður munandi hægri, tá nýggja tilboðið
verður sett í verk, er neyðugt at keypa nakað av leysari venjingarútgerð og maskinum.
Viðvíkjandi flutningi, er møguleiki at útbyggja Serflutningstænastuna í Eysturoy, um tørvur
skuldi verði á tí. Tey, ið tekna seg til fyribyrgjandi venjing, syrgja sjálvi fyri flutningi. Tey, ið
tekna seg til viðlíkahalds- og endurvenjing hava møguleika fyri at søkja Almannastovuna um
serflutning.
Búskaparliga metingin vísir, at verkætlanin vil viðføra ein kostnað uppá uml. 1.240.000 kr. pr.
ár. Tilboðið verður heldur ikki heilt ókeypis fyri brúkaran. Í 3 ára royndar tíðarskeiðinum,
Tilmæli um íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing í Eysturoy
___________________________________________________________________________
Síða 4 av 22
hava vit valt at hava eitt nýtslugjald á kr. 20 pr. brúkara fyri hvørja venjing. Vit meta, at hetta
vil viðføra, at brúkarin tekur tilboðið meira í álvara.
Samanumtikið vísa nógvar kanningar at slík fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og
endurvenjingartilboð, sum vit viðgera her, er ein góð íløga, sum verður vunnin innaftur við
fylgjandi:
•
Minkandi tørv á røktarheimsplássum, t.e. at brúkarin klárar seg longri heima sjálvur
•
fyri seg aftur, og blíva harvið ikki so røktartung, sum tey annars kundu verið.
Harumframt gevur tað hesum málbólki eitt betri og virðiligari lív.
Talan er um eina sonevnda win-win støðu fyri allar partar. Samfelagið vinnur við tað at tey, ið
hava tørv á venjingartilboðnum í hesum tilmæli fáa eitt tilboð, ið mett verður, at tey hava rætt
til. Í longdini sparir hetta samfelagnum fyri pening, við tað at færri gerast so sjúk, at tey tørva
røkt. Málbólkurin í okkara tilmæli vinnur uppá, at tey fáa eitt betri og virðiligari lív við hægri
lívsgóðsku.
Hetta tilmælið er eisini í trá við uppskotið, ið varð samtykt av Løgtinginum 13. mai, um at
seta í gildi fyri Føroyar Sáttmála Sameindu Tjóða frá 13. desember 2006 um rættindi hjá
einstaklingum, ið bera brek.
Fólk, ið eru rakt av eitt nú apopleksi, vilja fáa møguleika fyri at koma skjótari og betri
Tilmæli um íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing í Eysturoy
___________________________________________________________________________
Síða 5 av 22
2 Formæli
Seinastu árini hevur ljós verið varpað á tørvin á fyribyrgjandi venjing umframt viðlíkahaldsog
endurvenjing av fólki við førleikatarni í Føroyum. Viðurskiftini hjá hesum bólki er ikki
nøktandi í dag, serliga tá tað snýr seg um intensiva endurvenjing av apopleksiraktum. Aftan á
at deildin E3 á Landsjúkrahúsinum varð niðurløgd, hevur einki beinleiðis
endurvenjingartilboð verið til hendan sjúklingabólk.
Hetta tilmælið er skrivað av Virkisráðgeving í Saltangará eftir umbøn frá Lions Club
Eysturoy, sum saman við Heilafelagnum og Giktafelagnum tók stig til hesa verkætlan.
Tilmælið lýsir ítøkiligt uppskot viðvíkjandi íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-,
viðlíkahalds- og endurvenjing í Eysturoy.
Tilmælið er skrivað í tøttum samstarvi við Lions Club Eysturoy og við ein verkætlarnarbólk,
samansettur av umboðum fyri avvarandi øki. Við í hesum verkætlanarbólki hava verið Jóhan
Petersen, Lions Club Eysturoy, Ann Hovland, sjúkrarøktarfrøðingur og nevndarlimur í
Heilafelagnum, Anna Petersen, ergoterapeutur og forkvinna í Giktafelag Føroya, Ása
Hanusson, sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari av Heimatænastuni Økið 3, Eydna Justinussen,
sjúkrarøktarfrøðingur og varaleiðari av Heimatænastuni Økið 3, Benadicta S. Ellingsgaard,
fysioterapeutur/økisterapeutur á Røktarheiminum Mørkini, Martha Reyðberg,
ergoterapeutur/økisterapeutur á Røktarheiminum Mørkini og Tordur J. Niclasen,
sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi. Uppgávan hjá hesum
bólki hevur verið at givið góð ráð og fakliga vitan, umframt vegleiðing í arbeiðnum.
Vit skulu eisini takka teimum, ið vit hava gjørt samrøður við: Laila Solmunde, forkvinna í
Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum, Kári Rasmussen, kommunulækni, Sverri Lamhauge,
kommunulækni og Andrias Poulsen, praktiskur samskipari av Serflutningstænastuni í
Eysturoy. Harumframt fólki úr omanfyrinevnda verkætlanarbólki, sum vit hava havt serstakar
samrøður við: Ann Hovland, sjúkrarøktarfrøðingur og nevndarlimur í Heilafelagnum,
Benadicta S. Ellingsgaard, fysioterapeutur/økisterapeutur á Røktarheiminum Mørkini, Ása
Hanusson, sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari av Heimatænastuni Økið 3, Eydna Justinussen,
sjúkrarøktarfrøðingur og varaleiðari av Heimatænastuni Økið 3 og Tordur J. Niclasen,
sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi.
Tilmæli um íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing í Eysturoy
___________________________________________________________________________
Síða 6 av 22
Tað er okkara vón, at ein játtan verður latin til hesa verkætlan, fyri at venjingartilboðini kunnu
setast í verk í Eysturoynni skjótast gjørligt, og harvið vera við til at betra um viðurskiftini hjá
teimum, ið hava tørv á fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing.
Tilmæli um íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing í Eysturoy
___________________________________________________________________________
Síða 7 av 22
3 Inngangur
Hetta tilmælið hevur til endamáls, at fáa sett í verk tilboð um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og
endurvenjing í Eysturoy. Í løtuni eru tilboðini til hendan málbólk ikki nøktandi í oynni.
Landsstýrismaðurin í Almanna- og Heilsumálum hevur í nøkur ár arbeitt við at gera eina
yvirskipaða ætlan viðvíkjandi endurvenjing til fólk við førleikatarni, og í 2007 tók Almannaog
Heilsumálaráðið stig til at skriva eitt álit um endurvenjing. Tó er einki skipað tilboð um
endurvenjing, sum fevnir um allar Føroyar, komið enn.
Í hesum sambandi tók Lions Club Eysturoy, í november 2008, stig til, saman við
Heilafelagnum og Giktafelagnum, at skriva hetta tilmælið um at seta í verk venjingartilboð til
fólk við førleikatarni umframt tilboð um fyribyrjandi venjingar í Eysturoy. Endamálið við
tilmælinum er at lýsa støðuna hjá einum útvaldum málbólki og koma við einari ítøkiligari
ætlan um venjingartilboð, sum er klárt at seta í verk, um játtan verður latin. Í sambandi við
tilmælið, hevur Lions Club Eysturoy fingið stuðul frá VRG og kommunum í Eysturoy.
Venjingartilboðið skal fevna um fólk, ið hava tørv á fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og
endurvenjing. Tørvur er tó á at avmarka málbólkin, soleiðis, at man veruliga kann gera mun.
Umframt at hava tilboð til fólk, ið ynskja fyribyrgjandi venjingar, verður dentur lagdur á
viðlíkahalds- og endurvenjingartilboð til sjúklingar, ið eru raktir av m.a. apopleksi, morbus
bechtrew, parkinson, sclerose og gikt. Tilboðið fevnir um persónar yvir 18 ár.
Tilmælið er grundað á eina kanning, sum Heilafelagið hevur latið gjørt í 2003, og á omanfyri
nevnda álit um endurvenjing fyri fólk við førleikatarni frá 2007.
3.1 Arbeiðssetningur
Í samráð við nevndina í Lions Club Eysturoy er fylgjandi arbeiðssetningur orðaður:
Landsstýrismanni og møguliga øðrum, ið kunnu hugsast at stuðla verkætlanini, eitt
gott amboð at taka støðu út frá.
Gera eitt tilmæli, har endamálið er, at lýsa verkætlanina og geva avvarandi
AHR. Aktivitetirnir skulu ganga út frá Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi.
Tilmælið verður grundað á kanning, sum Heilafelagið hevur gjørt og greining hjá
Tilmæli um íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing í Eysturoy
___________________________________________________________________________
Síða 8 av 22
Tilmælið verður handað nevndini í Lions Club Eysturoy í juni 2009, sum síðan letur tilmælið
víðari til avvarandi landsstýrismann.
Tilmælið skal vera so mikið útgreinað, at til ber at taka støðu út frá tí.
Tilmæli um íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing í Eysturoy
___________________________________________________________________________
Síða 9 av 22
4 Málbólkur
Málbólkurin eru fólk, búðsitandi í Eysturoy, sum eru rakt av m.a. apopleksi, morbus
bechtrew, parkinson, sclerose og gikt - børn undantikin. Harumframt fevnir málbólkurin um
tey, ið ynskja fyribyrgjandi venjingartilboð.
Fyri at vera før fyri at bjóða eitt so munagott venjingartilboð sum gjørligt, er neyðugt at
avmarka málbólkin til omanfyrinevndu sjúklingabólkar.
Í verandi løtu eru almennu tilboðini til okkara málbólk hesi:
•
Heimahjálp ella pláss á røktarheimi/sambýli
•
Vitjan av heilsufrøðisligum starvsfólkum
•
Mat frá røktarheimi/sambýli
•
Dagtilhald
•
Fyri nøkrum árum síðan, varð E3 nýtt sum intensiv endurvenjingarstøð við innlegging í
nakrar vikur hvørja ferð. Hetta tilboð er niðurlagt. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsið hava fólk, sum
hava havt tørv á miðvísari endurvenjing, verið innløgd í nakrar vikur við jøvnum
millumbilum. Hesin møguleiki er ikki til staðar longur. Enn ber til at senda sjúklingar við m.a.
apopleksi, gikt, parkinson, sclerose og morbus bechtrew á Suðuroyar Sjúkrahús til intensiva
endurvenjing. Fólk úr øllum Føroyum verða send higar eftir ávísing frá lækna ella sjúkrahúsi,
tá seingjarpláss og starvsfólkaorka eru til tað. Sum oftast eru tvey pláss tøk til endamálið. Á
Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi eru 4 pláss tøk til umlætting, sum partvís verða nýtt til
endurvenjing av apopleksi sjúklingum og øðrum hart raktum sjúklingum. Til ber at søkja um
at verða innlagdur til endurvenjing í 3 vikur hvørja ferð.
Umlætting
4.1 Venjingartilboð í mun til málbólk
Av tí at tey, sum hava brúk fyri venjingartilboði í Eysturoy hava ymiskan tørv á venjingum,
hava vit býtt venjingartilboðið upp í tríggjar bólkar, alt eftir støðuna hjá brúkaranum. Hesir
tríggir bólkar, sum verða lýstir niðanfyri, geva eina greiða fatan av málbólkinum.
Tilmæli um íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing í Eysturoy
___________________________________________________________________________
Síða 10 av 22
Í okkara bólking av venjingartilboðnum, hava vit gjøgnumgangandi valt, at brúkt hugtøkini
fyribyrgjandi venjing, viðlíkahaldsvenjing og endurvenjing.
4.1.1 Fyribyrgjandi venjing
Tilboðið um fyribyrgjandi venjing, er ætlað til tey, sum eru “frísk” og búgva heima. Hesi
tekna seg til tilboðið og møta sjálvi upp til venjing. Mett verður, at hesin bólkur eigur at fáa
bjóða venjingartilboð í minsta lagi 2 ferðir um vikuna, 2 tímar hvørja ferð. Fólk, ið røra seg
javnan, eru í minni vanda fyri at fáa heilsuligar trupulleikar, tí er tað sera týdningarmikið, at
bjóða fyribyrgjandi venjing á jøvnum føti við viðlíkahalds- og endurvenjing.
4.1.2 Viðlíkahaldsvenjing
Tilboðið um viðlíkahaldsvenjing, er ætlað til fólk við førleikatarni, sum eru liðugt viðgjørd,
men hava tørv á venjingum fyri at fyribyrgja aðrar heilsuligar trupulleikar, sum kunnu
standast av førleikatarninum. Tað er sera umráðandi, at fólk við førleikatarni røra seg ella fáa
hjálp til tað. Við at bjóða teimum, ið hava brúk fyri viðlíkahaldsvenjing, eitt tilboð í minsta
lagi 2 ferðir um vikuna, 2 tímar hvørja ferð, kann fyribyrgjast, at hesi missa førleikan fyri
altíð. Viðlíkahaldsvenjingarnar eru tískil við til at spara Sjúkrahúsverkinum nógvan pening, tí
tørvurin fyri at verða innlagdur minkar.
4.1.3 Endurvenjing
Tilboðið um endurvenjing, er ætlað teimum, ið hava verið innløgd vegna álvarsliga sjúku. Her
verður m.a. hugsað um tey, ið eru rakt av apopleksi. Tá ein verður raktur av apopleksi, verður
ein innlagdur á sjúkrahús. Á sjúkrahúsinum fær sjúklingurin bráfeingis hjálp og smávegis
endurvenjing. Í dag verður sera lítil tíð og orka sett av til endurvenjing av apopleksiraktum
fólki. Tá støðan hjá sjúklinginum er stabil, verður hann útskrivaður til gerandisdagin og
sendur heim. Endurvenjingin, sum sjúklingurin fekk , meðan hann var innlagdur, verður ikki
hildin viðlíka, tá hann kemur heim. Einki skipað endurvenjingartilboð er til hendan
sjúklingabólk, hvørki á sjúkrahúsinum ella í heimatænastuni.
Týdningarmikið er við einum miðvísum samstarvi millum tann apopleksirakta, tey avvarandi
og heilsustarvsfólkini. Mett verður, at optimala loysnin hevði verið við intensivari
endurvenjing við serkønari viðgerð, har sjúklingurin verður innlagdur 2 ferðir um árið í
Tilmæli um íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing í Eysturoy
___________________________________________________________________________
Síða 11 av 22
umleið 3 vikur í senn. Í tí tíðini sjúklingurin er heima ella á røktarheimi, skal hesin fáa tilboð
um viðlíkahaldsvenjing á jøvnum støði við aðrar sjúklingar við førleikatarni.
Tilmæli um íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing í Eysturoy
___________________________________________________________________________
Síða 12 av 22
5 Arbeiðsháttur
Í arbeiðinum við tilmælinum, hava vit nýtt fylgjandi framferðarhátt:
5.1 Verkætlanarbólkur
Vit hava frá byrjan arbeitt í tøttum samstarvi við ein verkætlanarbólk, ið er samansettur í
samstarvi
við nevndina í Lions Club Eysturoy. Bólkurin hevur møtt til fundar javnan, síðan arbeiðið við
tilmælinum byrjaði í mars mánaða í ár. Verkætlanarbólkurin hevur givið góð ráð og fakliga
vegleiðing í arbeiðinum.
5.2 Samrøður
Fyri at nema okkum eina nóg breiða vitan innan økið, hava vit gjørt samrøður við viðkomandi
fakfólk, sum í gerandisdegnum hava partvís tilknýtið til okkara málbólk. Spurningarnir, ið
settir vóru, hava havt týdning í staðfestingini, av hvør tørvurin hjá brúkaranum er og í
niðurstøðuni av tilmælinum.
5.3 Dátatilfar
Vit hava m.a. útvegað okkum hagtøl frá Landsjúkrahúsinum og gjørt nýtslu av tí tilfari, sum
finnist á økinum:
Álit um endurvenjing fyri fólk við førleikatarni, AHR november 2007 og
Kanning av viðurskiftum hjá Apopleksiraktum í Føroyum, Dennis Holm, arbeiðsrit nr.6/2003
Harumframt hevur Heimatænastan, Økið 3, funnið okkum tøl á sjúklingum í Eysturoy, sum
hoyra undir málbólkin. Hesi tøl vísa talið á fólki, ið hava tørv á viðlíkahalds- og endurvenjing.
Leggjast skal afturat, at tað er torført, at finna hagtøl yvir endurvenjing og yvir fólk við
førleikatarni í Eysturoy og Føroyum sum heild.
.
Tilmæli um íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing í Eysturoy
___________________________________________________________________________
Síða 13 av 22
5.4 Karmar
Vit hava kannað og hugt eftir ymiskum hølum í Eysturoy, ið kunnu vera egnaði til
venjingarnar. Niðanfyri er ein listi yvir tey høli, vit hava hugt eftir:
Møgulig venjingarhøli í Eysturoy
Høli Viðmerkingar
Kappróðrarneystið á Glyvrum Ikki nøktandi atkomuviðurskifti og hølið er ov trongt
og lítið
Heimatænastan á Strondum Ov lítil høli
Fimleikahallir í Eysturoy Verða nýttar av skúla í dagtímum og eru tí ikki tøkar,
tá tørvur er á tí
Eysturoyar Røktar- og Ellisheim Sera vælegnað við 4 hølum, sum kunnu leysgevast í
vissan mun: Svimjihylur, gamla fysioterapiin,
ergoterapiin og stóri salur í nýggja bygninginum.
Tilmæli um íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing í Eysturoy
___________________________________________________________________________
Síða 14 av 22
6 Fólkagrundarlag
Fyri at lýsa talið á fólki, ið hava tørv á venjingartilboðnum, býta vit upp í málbólkarnar:
6.1.1 Fyribyrgjandi venjing
Torført er at koma við einum ávísum tali á teimum, ið kunnu væntast at tekna seg til tilboðið
um fyribyrgjandi venjing. Øll, ið eru frísk og búgva heima kunnu tekna seg til tilboðið. Tey,
sum væntast at tekna seg til hetta tilboð eru eldri fólk, sum sjálvi megna at koma á staðið.
6.1.2 Viðlíkahalds- og endurvenjing
Frá heimatænastuni í Eysturoy, hava vit fingið upplýst, at tað eru 130 sjúklingar, sum hava
tørv á viðlíkahalds- og endurvenjing. Her er talan um sjúklingar við m.a. apopleksi, gikt,
parkinson, sclerose og morbus bechtrew.
Frá sjúkrahúsverkinum hava vit fingið upplýst eitt tal á 1617 fólk í Eysturoy, sum hava verið
innløgd frá 1994 til 2007 við neurologiskum ella reumatologiskum sjúkum. Í meðal er hetta
124 sjúklingar um árið. Takast skal við fyrivarni, at nakrir sjúklingar kunnu hava verið
innlagdir fleiri ferðir. Nógv bendir á, at talið á fólki í Eysturoy, ið hava tørv á viðlíkahalds- og
endurvenjing, er høgt.
Tilmæli um íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing í Eysturoy
___________________________________________________________________________
Síða 15 av 22
7 Úrslit av kanning
Staðfestast kann, at málbólkurin, ið verður viðgjørdur í tilmælinum, hevur sera breiðan tørv.
Her verður hugsað um tey starvsfólk, ið eru tengd at tilboðnum, avvarandi hjá sjúklingi,
venjingaramboð og flutningur.
7.1 Starvsfólk
Okkara kanning hevur víst á, at tørvur er á í minsta lagi tveimum starvsfólkum til at samskipa
og útbjóða eitt optimalt venjingartilboð til okkara málbólk.
Út frá samrøðum við økisterapeutarnar á Mørkini, er niðurstøðan, at brúk er fyri í minsta lagi
einum fysioterapeuti og einum ergoterapeuti. Um fleiri starvsfólk verða knýtt at skipanini,
verður mælt til, at eitt hjálparfólk við heilsufakligari útbúgving verður sett. Eitt hjálparfólk
stuðlar væl undir arbeiðið hjá fysioterapeutinum og ergoterapeutinum.
7.2 Avvarandi
Viðvíkjandi teimum avvarandi at sjúklingum við førleikatarni, vísir okkara kanning, at tørvur
er á góðum samstarvi millum sjúkling, avvarandi og heilsustarvsfólk. Sum nú er, hava tey
avvarandi mest sum alla ábyrgd viðvíkjandi endurvenjing av t.d. tí apopleksirakta, tá hesin
verður útskrivaður av sjúkrahúsi.
7.3 Venjingaramboð
Út frá samrøðum við økisterapeutarnar á Mørkini, er m.a. tørvur á fylgjandi
venjingaramboðum til at gjøgnumføra nøktandi venjingar:
•
Rimar
•
Máttir at liggja á
•
Teppiflísar
•
Bóltar – balansubóltar
•
Stólar at sita á, um ein ikki klárar at gera standandi venjingar
•
Til hesa venjingar er neyðugt við góðum hølum, alt eftir hvat slag av venjingum talan eru um,
og hvussu stóran venjingarbólk man velur at gera.
Maskinur
Tilmæli um íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing í Eysturoy
___________________________________________________________________________
Síða 16 av 22
7.4 Flutningur
AP Bussar tekur sær av praktisku samskipanini viðvíkjandi Serflutningstænastuni í Eysturoy.
Ein avtala er gjørd ímillum AP Bussar og Almannastovuna. Eftir at hava tosað við Andrias
Poulsen, stjóra í AP Bussum, vita vit, at møgulleiki er hjá felagnum at útbyggja tænastuna,
um tørvur skuldi verðið á tí. Í dag eru tveir bussar tøkir til Serflutningstænastuna.
Kravið fyri at nýta Serflutningstænastuna, er, at brúkarin søkir Almannastovuna um
serflutning og hevur fingið játtan.
Tilmæli um íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing í Eysturoy
___________________________________________________________________________
Síða 17 av 22
8 Uppskot til skipan
Vit tilmæla í hesi verkætlan, at tilboðið um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing skal
umsitast, samskipast og útbjóðast av Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í Runavík. Tilboðið
skal skipast sum ein 3 ára royndarverkætlan. Játtanin til royndarverkætlanina verður latin til
Eysturoyar Røktar- og Ellisheim at umsita, men áteknað beinleiðis til verkætlanina.
Øll venjingartilboðini, sum málbólkurin umfatar, vera á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi. Tá
tað snýr seg um hart raktar sjúklingar, ið hava tørv á endurvenjing, verða tvey
umlættingarpláss tøk á ellisheiminum til hesar brúkarar. Hesi hava tørv á intensivari venjing
við serkønari viðgerð. Sjúklingurin hevur soleiðis møguleika fyri at verða innlagdur 2 ferðir
um árið í umleið 3 vikur í senn. Í tí tíðini sjúklingurin er heima ella á røktarheimi, skal hesin
fáa tilboð um viðlíkahaldsvenjing á jøvnum støði við aðrar sjúklingar við førleikatarni. Í tí
føri at sjúklingurin ikki hevur møguleika fyri at møta til viðlíkahaldsvenjingarnar, verður
skipað fyri heimavenjing.
Á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi eru sera góðar umstøður og karmar, ið nøkta tørvin hjá
okkara málbólki. Drúgvu royndirnar innan umsiting og breiða toymi av starvsfólki við
fakligari bakgrund er heilt vist ein fyrimunur. Niðanfyri lýsa vit møguleikarnar við m.a.
karmum, starvsfólki og samskipan.
8.1 Starvsfólk
Í fyrstu atløgu verður mælt til, at trý fólk verða sett til at røkja tilboðið um fyribyrgjandi-,
viðlíkahalds- og endurvenjing, ein fysioterapetur, ein ergoterapeutur og eitt hjálparfólk við
heilsufakligari bakgrund. Hesi starvsfólk koma at arbeiða beinleiðis undir leiðslu av
Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi.
Venjingartilboðið skal samskipast av omanfyrinevndu starvsfólkum og um tørvur er á tí, í
samstarvi við terapeutarnar á ellisheiminum. Hendan samskipan fevnir um visitering,
tilrættalegging av venjingum, venjingartíðum, brúk av hølum og verandi amboðum, herundir
møguligt keyp av nýggjari útgerð. Starvsfólkið skal eisini syrgja fyri skjalprógvan, so til ber
at eftirmeta verkætlanina.
Tilmæli um íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing í Eysturoy
___________________________________________________________________________
Síða 18 av 22
Harafturat skal tíð setast av til at gera kunnandi tilfar um tilboðið, sum síðan verður
marknaðarført gjøgnum t.d. heimatænastuna, sambýlir, dagtilhald og læknaviðtaluhølir.
Í verandi løtu starvast ein fysioterapeutur og tveir ergoterapeutar á Eysturoyar Røktar- og
Ellisheimi. Hesir fevna um øll 70/80 búfólkini á ellisheiminum.
8.2 Venjingarhølir
Til ber at samskipa tilboðið soleiðis, at fýra hølir í bygninginum verða brúkt til endamálið.
8.2.1 Stóri salur
Stóri salurin, sum er partur av nýggjara bygninginum, er sera vælegnaður til fyribyrgjandi
venjingar, sum fevnir um tann “fríska” heimabúgvandi brúkaran. Egin inngongd er til stóra
salin, so hetta merkir, at tað ikki kemur at órógva tey, sum búgva fast á ellisheiminum í alt ov
stóran mun.
8.2.2 Gamla Fysioterapiin, Ergoterapiin og Svimjihylurin
Orsøkin til at hesi trý høli verða tikin undir einum er, at hølini liggja lið um lið. Hetta er sera
praktiskt, tá hugsað verður um at flyta fólki ímillum ymisku sløgini av venjingum alt eftir
tørvi hjá tí einstaka. Hesi høli eru fyrst og fremst ætlaði teimum, ið hava tørv á viðlíkahaldsog
endurvenjingum. Svimjihylurin er væl útgjørdur við øllum tí, sum brúk er fyri, tá talan er
um at bjóða eina nøktandi venjing til okkara málbólk.
8.2.3 Venjingaramboð
Sum nevnt omanfyri í broti 6.1.3 er nóg mikið av venjingaramboðum á Eysturoyar Røktar- og
Ellisheimi til at byrja venjingarnar, sum okkara málbólkur hevur tørv á. Neyðugt er tó við eini
góðari samskipan millum fysio- og ergoterapiina á ellisheiminum og nýggja tilboðið, soleiðis
at hetta ikki órógvar dagligu arbeiðsgongdina á ellisheiminum.
Tá hugsað verður um, at samlaða talið á brúkarum verður munandi hægri tá nýggja tilboðið
verður sett í verk, er neyðugt at keypa nakað av leysari venjingarútgerð/maskinum.
Tilmæli um íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing í Eysturoy
___________________________________________________________________________
Síða 19 av 22
8.2.4 Flutningur
Viðvíkjandi flutningi til og frá venjing, mæla vit til at tað verður skipað á fylgjandi hátt:
•
Tey, ið koma til fyribyrgjandi venjing syrgja sjálvi fyri flutningi
•
Almannastovuna um at koma undir Serflutningstænastuna í Eysturoy.
Tey, ið koma til viðlíkahaldsvenjing hava møguleika fyri, um tørvur er á tí, at søkja
•
Eysturoy, men eru tó noydd at søkja hetta tilboð.
Tilmæli um íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing í Eysturoy
___________________________________________________________________________
Síða 19 av 22
8.2.4 Flutningur
Viðvíkjandi flutningi til og frá venjing, mæla vit til at tað verður skipað á fylgjandi hátt:
•
Tey, ið koma til fyribyrgjandi venjing syrgja sjálvi fyri flutningi
•
Almannastovuna um at koma undir Serflutningstænastuna í Eysturoy.
Tey, ið koma til viðlíkahaldsvenjing hava møguleika fyri, um tørvur er á tí, at søkja
•
Eysturoy, men eru tó noydd at søkja hetta tilboð.
Tey, ið koma til endurvenjing verða flutt til og frá venjing við Serflutningstænastuni í
8.2.5 Venjingartilboðið
Venjingartilboðið verður skipað í trimum bólkum, sum víst niðanfyri:
Venjingartilboð til málbólkin
Bólkar Optimal loysn
Fyribyrjandi venjing 2 venjingar um vikuna, 2 tímar hvørja ferð (hesi skulu vera
sjálvhjálpin)
Viðlíkahaldsvenjing 2 venjingar um vikuna, 2 tímar hvørja ferð
Endurvenjing Innlegging 2 ferðir um árið, 3 vikur hvørja ferð, við intensivari
endurvenjing við serkønari viðgerð.
Restina av árinum tilboð um viðlíkahaldsvenjing
8.2.6 Mattilboð á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi
Á Ellisheiminum kunnu øll keypa eitt matarkort til kafeteria í nýggjara bygninginumi. Hetta
er galdandi bæði fyri vitjandi og brúkarar av dagtilhaldinum. Bólkar mugu tó siga frá
frammanundan. Brúkarin fyllir pening á kortið, sum síðan verður brúkt í kafeteria.
Tilmæli um íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing í Eysturoy
___________________________________________________________________________
Síða 20 av 22
9 Búskaparlig greining
Í hesum partinum vísa vit á metta fíggjarliga tørvin, fyri at seta tilboðið í verk. Fíggjarliga
metingin byggir á, at tað í meðal eru 50 brúkarar, ið nýta tilboðið regluliga, hóast okkara
málbólkur í løtuni fevnir um 120 – 130 brúkarar (smb. tølum frá AHR).
Okkara útgangsstøði er, at tilboðið verður rikið út frá Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi. Í
samráð við leiðsluna á heiminum, hava vit ikki mett, at neyðugt er við íløgum, fyri at byrja
tilboðið. Tó hava vit sett nakað av peningi av til venjingaramboð, grundað á, at tað kann
væntast at amboðini, ið heimið longu eigur, slítast skjótari, vegna øktu nýtsluna, sum tilboðið
viðførir.
Meting av árligum rakstrarútreiðslum
Pr. mnð
Pensjón pr.
mnð. Kostn. pr. ár
Búpáss á Røktar- og Ellisheiminum -
Fysioterapeutur Lønarstig 25 21.785,50 3.442,11 302.731
Ergoterapeutur Lønarstig 25 21.785,50 3.442,11 302.731
Hjálparfólk við fakligari bakgrund Lønarstig 25 21.785,50 3.442,11 302.731
Arbeiðsmarknaðaravgjøld (3,37%) 31.301
Flutningur 100.000
Umsitingarkostnaður (telefon, skrivstovuhald v.m.) 10.000,00 120.000
Viðlíkahald og dagføring av útgerð: 5.000,00 60.000
El- og Oljunýtsla (svimjihylur v.m.) 50.000
Marknaðarføring: Ger av kunningartilfari 40.000
Annað 50.000
Samlaðar útreiðslur pr. ár 1.359.494
Brúkarainntøkur: Venjing/mnð. á kr. Inntøka pr. ár
50 brúkarir 4 20 40.000
50 brúkarir 8 20 80.000
Inntøkur frá brúkarum pr. ár 120.000
Netto rakstrarútreiðslur pr. ár: kr. 1.239.494
Út frá talvuni omanfyri, síggja vit, at tilboðið er mett at kosta uml. 1.240.000 kr. pr. ár.
Tilmæli um íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing í Eysturoy
___________________________________________________________________________
Síða 21 av 22
Eitt røktarheimspláss kostar uml. kr. 475.000 pr. ár. Við at seta størri fokus á fyribyrgjandi-,
viðlíkahalds- og endurvenjing, kann tað gerast eitt mál at spara 3 røktarheimspláss pr. ár, fyri
at tilboðið skal gerast nøktandi. Aðrar sparingar eru eisini við tað at fólk, ið brúka tilboðið,
verða lættari at røkja, og tí kunnu frígeva persónligar ressursir og harvið eisini minni
lønarkostnaðir.
Nógvar kanningar staðfesta, at góð venjingartilboð, sum m.a. eru viðgjørd í hesum tilmæli, og
sum ætlanin er at seta í verk á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi, eru ein góð íløga, sum
viðførir minni heilsukostnaðir fyri tað almenna og betri lívsgóðsku fyri tann einstaka.
Tilmæli um íverksetan av tilboði um fyribyrgjandi-, viðlíkahalds- og endurvenjing í Eysturoy
___________________________________________________________________________
Síða 22 av 22
10 Keldulisti
1. Almanna- og Heilsumálaráðið,
2. Dennis Holm,
3. Karl-Gerhard Hem og Marit Hoem Kvam,
behov
4. Samrøður:
Laila Solmunde, forkvinna í Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum
Kári Rasmussen, kommunulækni
Sverri Lamhauge, kommunulækni
Andrias Poulsen, praktiskur samskipari av Serflutningstænastuni í Eysturoy
Ann Hovland, sjúkrarøktarfrøðingur og nevndarlimur í Heilafelagnum
Benadicta S. Ellingsgaard, fysioterapeutur/økisterapeutur á Røktarheiminum Mørkini
Tordur J. Niclasen, sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi
5. Verkætlanarbólkur:
Jóhan Petersen, Lions Club Eysturoy
Ann Hovland, sjúkrarøktarfrøðingur og nevndarlimur í Heilafelagnum
Anna Petersen, ergoterapeutur og forkvinna í Giktafelag Føroya
Ása Hanusson, sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari av Heimatænastuni Økið 3
Eydna Justinussen, sjúkrarøktarfrøðingur og varaleiðari av Heimatænastuni Økið 3
Benadicta S. Ellingsgaard, fysioterapeutur/økisterapeutur á Røktarheiminum Mørkini
Martha Reyðberg, ergoterapeutur/økisterapeutur á Røktarheiminum Mørkini
Tordur J. Niclasen, sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi
6. Heimasíður
Álit um endurvenjing fyri fólk við førleikatarni, november 2007Kanning av viðurskiftum hjá Apopleksiraktum í Føroyum, arbeiðsrit nr.6/2003Nasjonal plan for rehabilitering - kartlegging av, SINTEF Helse august 2005
www.hagstova.fo
www.mbf.fo
www.logting.fo
www.logir.fo